Innanlands

Fyrsta bátabólið tikið í nýtslu

Alment hátíðarhald var Niðri á Møl í Froða seinnapartin í gjár

Sissal Christina Fosaa, Elin Maria Nolsøe og Eirik Sanderson, fólkini handan verkætlanina Neysting

Sissal Christina Fosaa, Elin Maria Nolsøe og Eirik Sanderson, fólkini handan verkætlanina Neysting

2018-08-29 08:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsta bátabólið varð alment tikið í nýtslu í gjár á almennum hátíðarhaldi Niðri á Møl í Froðba.

Suðurrás skrivar, at fitt av fólki var komið saman í góðveðrinum at síggja og at royna bátabóli.

Neysting hevur sum endamál at varðveita føroysku neystini sum arkitektoniskan mentanararv og søgu tjóðarinnar. Hetta verður gjørt við at geva neystunum nýggja samtíðarhóskandi funktión sum ból fyri vallarar, ferðafólk og mentanaráhugaði.

Tað er neystaeigarin Beinir Debes í Froðba, sum hevur verið so beinasamur at læna sítt neyst út til fyrsta BátaBólið í Føroyum. Meiningin er, at fleiri BátaBól skulu setast upp kring landið, skrivar Suðurrás.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder