Innanlands

Fyrsta coworking space í Føroyum sett á stovn í Vági

Vága kommuna bjóðar digitalum nomadum vælkomnum í fyrsta coworking space í Føroyum

2019-05-29 18:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vágur letur upp dyrnar fyri umheiminum og bjóðar, sum fyrsta økið í landinum, digitalum nomadum vælkomnum í fyrsta coworking space í Føroyum, nevnt Faroe Islands’ Coworking Adventure.

Seinastu árini hevur ein nýggjur trendur tikið seg upp, har fólk ferðast kring heimin og uppliva ymisk lond og lokalsamfeløg, samstundis sum tey umvegis internetið røkja sínar arbeiðsuppgávurnar á arbeiðsplássinum í heimlandinum ella í freelance størvum.

Fólk, sum ferðast kring heimin á hendan hátt og arbeiða samstundis, verða vanliga nevnd “digitalir nomadar”. Hetta nýggja slagið av “ferðavinnu” ella “upplivingarvinnu”, sum digitalir nomadar eru, hevur ført við sær, at alsamt fleiri støð kring Heimin bjóða seg fram og hava skipanir til digitalar nomadar.

Hesar skipanir fevna í stuttum um, at bygdir og býir stovna “coworking space”, sum eru felags skrivstovur, sum digitalir nomadar kunnu leiga seg inn í. Felags skrivstovurnar eru skrivstovur, har tað eru arbeiðsstøð (skrivaraborð + stólur), góð internet atgongd, kaffistova, wc-viðurskifti os.fr. Skrivstovurnar eru vanliga innrættaðar soleiðis, at fleiri fólk arbeiða í sama rúmi, men oftani er eisini eitt minni rúm, har fólk kunnu sita fyri seg sjálvan, um tey hava týðandi uppgávur, sum krevja hugsavnan og frið.

Kjarnu-hugsanin í felags skrivstovuøkinum er annars nettupp, at fólk skulu koma hvørjum øðrum við, meðan tey eru á ferð sum digitalir nomadar, ikki bara við øðrum digitalum nomadum, men eisini við fólki í nærumhvørvinum. Umframt atgongd til felags skrivstovu, so fevnir skipanin við coworking space eisini í flestu førum um at bjóða digitalum nomadum bústaðarmøguleikar.

Vágs kommuna skipar nú, sum tann fyrsta í landinum, eitt coworking space í Vági. Vágs Býráð samtykti mánakvøld at seta á stovn Faroe Islands’ Coworking Adventure, sum er fyrsta coworking space í Føroyum, skrivar Vágs kommuna. Faroe Islands’ Coworking Adventure verður skipað við felags skrivstovum, umframt at skipan verður fyrireikað, soleiðis at digitalir nomadar kunnu fáa bústað umvegis Faroe Islands’ Coworking Adventure. Vit fara eisini at leggja dent á, at digitalir nomadar umframt at arbeiða eisini kunnu uppliva nærumhvørvi, náttúruna og fólkið, sum her býr.

- Við Faroe Islands’ Coworking Adventure ynskja vit at bjóða digitalum nomadum til Vágs at arbeiða. Og við royndunum frá t.d. Íslandi og Norra, so vænta vit eisini, at digitalir nomadar fara at gerast sjónligir í nærumhvørvinum. Vit kunnu eisini staðfesta, at tað eisini er púra vanligt, at digitalir nomadar ynskja at leggja nakað eftir sær og gera eitt íkast til lokalsamfelagið, sum teir vitjað, og ikki minst hetta gleða vit okkum til, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, við heimsíðuna hjá kommuni.

Komandi vikurnar verður skipanin gjørd klár at marknaðarføra Faroe Islands’ Coworking Adventureá heimasíðu og á sosialu miðlunum, umframt at Faroe Islands’ Coworking Adventure verður marknaðarførd á netverkum fyri digitalar nomadar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder