Innanlands

Fyrsta ísraelska flogfar í Føroyum

Sama dag sum søguligi túrurin millum Ísrael og Abu Dhabi var eisini ein søguligur túrur gjørdur til Føroya

(Mynd: Dánjal Poulsen)

(Mynd: Dánjal Poulsen)

2020-09-01 06:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár kundu vit fortelja um ein søguligan túr, tá eitt flogfar hjá ísraelska flogfelagnum El Al fleyg ein túr beinleiðis millum Ben Gurion floghavnina í Tel Aviv til Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum.

Men tað var eisini gjørd ein onnur søglig flogferð í gjár.

Í gjár lendi nevniliga eitt ísraelskt flogfar í Vágum fyri fyrstu ferð, skrivar heimasíðan hjá Vinafelagnum Føroyar-Ísrael.

Tað var eitt Airbus A-320 flogfar hjá ísraelska flogfelagnum Israir Airlines, sum kom til Føroya við U21-landsliðnum hjá Ísrael, sum skal spæla landsdyst á Svangaskarði í morgin.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt stórt ferðafólkaflogfar úr Ísrael er í Vágum, skrivar shalom.fo 

(Rættað kl. 15.50. Vit skrivaðu, at flogfarið var komið við maltesiska landsliðnum, tað var ikki rætt)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder