Mentan

Fyrsta konsertin í Etasjuni – Marius Ziska

Annaðhvørt leygarkvøld eru støkk-upp tiltøk tiltøk av ymsum slag í nýumvaldu hølunum

2025-06-19 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Etasjan er nýupplatna staðið í Fuglafirði. Etasjan kann kalla seg fyri spælistað, barr ella eitt hugnaligt stað, har øll kunnu føla seg væl til rættis í nýumvældum hølum. Etasjan er opin leygar- og sunnukvøld og umleið annaðhvørt leygarkvøld eru støkk-upp tiltøk av ymsum slag.

Nú verður fyrsta konsertin so á skránni, og tað er ongin minni enn Marius Ziska, sum fer at framføra í etasjuni. Konsertin er stuðlað av Økistónum, og verður leygarkvøldið 21. Juni kl. 20. Dyrnar lata upp kl. 19 og konsertin er liðug kl 21.30.

Bert 80 atgongumerki eru sett til sølu á atgongumerki.fo, har møguleiki er fyri at keypa siti- ella standipláss.

Etasjan er í bygninginum Tasjan við síðuna av Mentanarhúsinum, beint við bátahylin. Til fyri stuttun kallaðist staðið John’s. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder