Mentan

Fyrsta listaframsýningin hjá Hjálmari Dam

Hóast listarliga virki hansara higartil mest hevur snúð seg um pallin, hevur hann nú tekur stigið og letur almenninginum innlit í eina aðra síðu av sínum listarliga heimi – Framsýningin verður í Sjónleikarhúsinum 3. til 6. juli

2025-07-03 12:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjónleikarhúsið í Havn bjóðar til eina serliga listaframsýning hósdagin 3. juli til og við sunnudagin 6. juli. Tað er listamaðurin og sjónleikarin Hjálmar Dam, sum fyri fyrstu ferð sýnir fram síni listarligu verk alment.

Hjálmar Dam er eitt kent navn innan føroyskan sjónleik og hevur í meira enn 20 ár virkað sum sjónleikari, leikstjóri og rithøvundur. Hóast listarliga virki hansara higartil mest hevur snúð seg um pallin, hevur hann nú tekur stigið og letur almenninginum innlit í eina aðra síðu av sínum listarliga heimi.

Framsýningin umfatar nýggj verk, sum á persónligan hátt spegla kjarnuna í menniskjansligum kenslum og søgum – tað sama, sum mangan hevur verið eyðkent í hansara leiklistarliga arbeiði. Tað er list við dýpd og sansaligum úttrykki, har litir, strikur og rúm tala eitt heilt annað – men ikki ókent – mál.

Framsýningin er opin soleiðis:
Hósdagin og fríggjadag kl. 16.00-19.00
Leygardag og sunnudag kl. 14.00-17.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder