Amerikanska sangarinnan Beyoncé er best kend innan popp, men nú er hon eisini kend sum countrysangari.
Nýggi sangur hennara "Texas Hold 'Em", var útgivin fyri hálvari aðru viku síðani, og liggur ovast á "Hot Country Songs" hittlistanum hjá Billboard. Harvið er Beyoncé fyrsta litta, sangarinna, sum liggur ovast á listanum.
"Texas Hold 'Em" liggur á øðrum plássi á top 100 listanum hjá Billboard.
Beyoncé Knowles-Carter er 42 ár og var partur av gentubólkinum Destiny's Child frá 1996 til 2006. Í 2003 kom fyrsta útgávan frá henni við heitinum "Dangerously in Love".
Umframt lagið "Texas Hold 'Em" hevur Beyoncé eisini givið lagið "16 Carriages" út, sum eisini hevur ein feril av country í sær. Áttanda plátuútgávan hjá Beyoncé kemur 29. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald