Innanlands

Fyrsta serbreytin á miðnámi 10 ár

Í sambandi við at serbreytin á Kambsdali fyllir 10 ár varð skipað fyri almennum hátíðarhaldi fyri øllum næmingum og lærarum í skúlanum, fyrrverandi næmingum, avvarðandi og onnur áhugað á Kambsdali

2025-11-25 07:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Serbreytin á Miðnámi á Kambsdali hevur 10 ár á baki og er hon elsta serbreyt, sum vit hava í Føroyum.

Í dag eru serbreytir á; Miðnámi á Kambsdali, Tekniska Skúla í Klaksvík, á Glasi og á Miðnámi í Suðuroy.

Samlaða næmingatalið í serbreytunum liggur ímillum 55-65 næmingar á hvørjum ári. Í løtuni eru 21 næmingar á serbreytini á Kambsdali.

Í sambandi við at serbreytin fyllir 10 ár varð skipað fyri almennum hátíðarhaldi fyri øllum næmingum og lærarum í skúlanum, fyrrverandi næmingum, avvarðandi og onnur áhugað á Kambsdali, og var nógv ymiskt á skrá.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, setti tiltakið, næmingakórið á Kambsdali sang tveir sangir, Sunneva í Lambavík, serbreytin, Óli Wolles, útbúgvingarleiðari, og Christian Joensen, virkandi rektari, søgdu eisini nøkur orð.

Orkestrið hjá serbreytini hevði eina sera væleydnaða frumframførslu.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder