2021-09-30 19:40

Beint eftir klokkan 15 seinnapartin lat Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrsta skotið av í nýggju tunlunum norður um Fjall.
Skotið varð Árnarfjarðarmegin í tunlinum ímóti Norðtoftum.
Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6500 metrar langt.
Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald