Fríggjadagin 2. november 2018 útgevur plátufelagið Kervið fyrstu útgávuna hjá Hús 'Nevember'. Hús er verkætlan hjá Rólant Lenvig av Reyni, ið er best kendur sum guitaristur í rokkorkestrinum Makrel.
Tónleikurin hjá Hús er ein samanrenning av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur hevur lýst tónaheimin hjá Hús sum ljóðbandið til ein dreymasekvens í einum Sophia Coppola filmi, meðan tónleikurin samstundis hevur eina myrkari síðu; litað av London, har meginparturin av 'Nevember' varð skrivaður.
Útgávuveitsla
Í samband við útgávuna bjóðar Kervið til ókeypis útgávuveitslu á útgávudegnum 2. november í Sirkus Föroyar kl. 21:30. Umframt Hús er kvøldið fylt við nýhugsandi elektroniskum tónleiki frá:
Jakku (Kingodub)
JamesJames (Ambient Dub)
Springarasystrar. (RnB, Hiphop og Trap)
Vár (Techno)
Videolagið er til heitislagið Nevember. Kirstin Helgadóttir hevur gjørt videolagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald