Ein føroyingur er nú staðfestur við corona-virus.
Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum á tíðindafundi í Heilsumálaráðnum fyri løtu síðani.
Talan er um ein mann, sum býr í Tórshavn, sum hevur verið í Paris á eini ráðstevnu saman við nógvum øðrum fólkum, sum seinni hava fingið staðfest covid-19.
Tá maðurin frætti hetta í gjár, setti hann seg í samband við egnan lækna fyri at kannast. Í dag kundi starvsstovan á Landssjúkrahúsinum staðfesta, at viðkomandi er smittaður.
Maðurin og familjan hjá honum eru nú avbyrgd í egnum heimi. Í løtuni verður kannað, hvørjum persónurin hevur verið saman við, og um tað eru fleiri, sum skulu setast í avbyrging.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald