
Tað var ein týðiliga rørd Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen í St. Jakobshalle, eftir at hon hevði fingið at vita, at hon eisini skal framføra í sjálvari Eurovision-finaluni.
Og ei undur í tí; Sissal hevur arbeitt ógvuliga hart fyri hesum á ymiskan hátt.
Danmark hevur heldur ikki verið umboðað í einari slíkari síðani 2019, og tískil lá nógv trýst á føroysku herðunum. Hetta verður fyrstu ferð, at ein føroyingur skal framføra til "Grand Finale"
Sí eisini: Sissal og Danmark víðari
Undan Sissal høvdu ellivu aðrir føroyingar (einstaklingar/bólkar) luttikið til Melodi Grand Prix í Danmark, umframt at Jógvan Hansen og Kristina Bærentsen hava verið við í Íslandi og Brandur Enni í Svøríki.
Rani Petersen (Reiley) vann Dansk Melodi Grand Prix í 2023, og havnarmaðurin gjørdist harvið søguligur: Fyrsta føroyska høvuðsnavnið til Eurovision.
Tað eydnaðist ikki Reiley at vinna seg víðari úr Eurovison-hálvfinaluna, men nú tvey ár seinni er tað bragdað hjá Danmark - og Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen hevur gjørt bart á stóra evropeiska pallinum.
Sterka framførslan hjá Sissal í kvøld
Hesi londini eru í Eurovison-finaluni 2025:
Litava, Ísrael, Armenia, Danmark, Eysturríki, Luksemborg, Finnland, Lettland, Malta og Grikkaland (Frá 2. hálvfinaluni)
Albania, Póland, Estland, Portugal, Ísland, San Marino, Holland, Svøríki, Noreg og Ukraina (Frá 1. hálvfinaluni)
Italia, Spania, Bretland, Týskland, Frakland og Sveis ("The Big 5 + vertslandið)
Finalan verður í stóru St. Jakobshalle í Basel leygarkvøldið 17. mai klokkan 20 føroyska tíð. Kringvarpið og DR1 vísa Eurovison-finaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald