Innanlands

Fyrsti hakin settur í til nýggja barnagarðin við Gøtugjógv

Mánadagin setti borgarstjórin í Eysturkommunu fyrsta hakan í til nýggja barnagarðin, sum eftir ætlan skal verða liðugur komandi ár – Stovnurin kemur at rúma 112 børnum

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2020-08-20 20:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin setti borgarstjórin fyrsta hakan í til nýggja barnagarðin við Gøtugjógv.

Við hesum er klárt at fara í gongd við arbeiði at grava út til nýggja barnagarðin, ið verður í hugnaliga umhvørvinum beint niðanfyri viðarlundina við Gøtugjógv, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuna.

Nýggi dagstovnurin verður uml. 1.300 m2 brutto í tveimum hæddum og kemur at hýsa fýra barnagarðsstovum og fýra vøggustovum, tilsamans átta stovur við tilhoyrandi inngongd, vesir, gardrobur og goymslurúmi. Frammanfyri bygningin, verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki.

Dagstovnurin kemur at rúma tilsamans 112  børnum – 60 barnagarðsbørn og 52 vøggustovubørn.

Barnagarðurin verður væntandi liðugur síðst í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder