Uttanlands

Fyrsti koronatilburður í Fraklandi var í desember

Granskarar hava funnið korona í royndini frá einum sjúklingi, sum var innlagdur við beinkrími um jóltíðir

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

2020-05-05 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Fraklandi kanna tey nú nærri nær koronasmittan er komin til Frakland á fyrsta sinni. Hetta hendir eftir at tað er staðfest, at ein sjúklingur í desember var smittaður við korona. Tað skrivar amerikanski miðilin, Politico.

Yves Cohen, professari, og leiðari á intensivdeildini á einum sjúkrahúsi í Paris hevur um vikuskiftið greitt fleiri miðlum frá málinum.

Hann sigur, at tey hava funnið korona í royndunum frá einum manni við lungnabruna. Royndin varð tikin jólaaftan – fleiri vikur áðrenn korona alment varð staðfest í Evropa. Ikki fyrr enn seinni varð royndin frá honum kannað fyri korona.

Yves Cohen hevur greitt frá, at tey nú kanna royndirnar frá 24 sjúklingum av nýggjum, sum vórðu innlagdir við beinkrími í desember og januar.

Maðurin, ið hevði korona, gjørdist frískur aftur í øllum góðum, og nú verður roynt at finna útav, hvaðani hann kann hava fingið smittuna.

- Hann var sjúkur í 15 dagar og smittaði tvey børn hjá sær, men ikki konuna, sum arbeiðir í einum matvørðuhandli, sigur læknin við The Guardian.

- Hann undraðist, og skilti ikki hvussu hann varð smittaður. Hann hevði ikki verið úti og ferðast, og bert havt tætt samband við konu sína.

- Konan arbeiðir í eini sushi-búð saman við starvsfeløgum av kinesiskum uppruna. Tað átti at verið kannað, um tey hava havt samband við Kina, heldur Yves Cohen.

Fyrsti koronatilburðurin í Fraklandi varð annars staðfestur í endanum av januar.

Yvir 25.000 sjúklingar eru deyðir í Fraklandi við koronavirus,v vísir nyggjasta uppgerðin hjá John Hopkins University, sambært Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder