2020-07-10 17:21
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tíðin hevur gingið øgiliga skjótt, heldur Kári, sum hevur trivist væl í starvi sínum á SEV-verkinum á Strond. Kári heldur fram í starvinum, inntil hann fer lesa víðari til maskinmeistara.
Sæmund Tausen, verkmeistari á Strond og lærumeistari hjá Kára, og Bogi Bendtsen, varastjóri, hildu hvør sína røðu fyri Kára, har teir róstu honum fyri ídni og góðan hugburð.
SEV er góðkent lærupláss fyri elektrikaralærlingar, maskinsmiðir og skrivstovulærlingar, og metir tað vera umráðandi at vísa samfelagssinni við at taka ábyrgd og gera sítt til, at ung fólk kunnu nema sær útbúgving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald