Innanlands

Fyrsti smittaði føroyingurin frískur aftur

Kaj Skipanes ið varð smittaður í París seinast í februar, er nú á veg úr sóttarhaldi aftur. Tað eru 18 fólk afturat honum

2020-03-18 08:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti føroyingur, ið fekk staðfest koronavirus, er nú staðfestur frískur aftur. Hann og familjan hava verið avbyrgd heima við hús, og tey eru nú loyst úr sóttarhaldinum.

Hetta upplýsir Heilsumálaráðið í morgun. 

Kaj J. Skipanes úr Hoyvík kom aftur til Føroyar úr París tann 24. februar og fekk sjúkueyðkenni 29. februar. Seinastu tvær vikurnar, síðani hann fekk staðfest korona, hevur hann verið í sóttarhaldi heima.

18 fólk vórðu sett í sóttarhald samstundis - summi av teimum á Hotel Vágum. Eingin teirra hevur víst sjúkueyðkenni. Hini trý í húskinum hjá Kaj vórðu kannaði fyri virusið. Royndirnar vóru negativar. 

Almenna talið fyri fólk í sóttarhaldið er framvegis 247, men hetta verður dagført í dag. 

Les eisini: 

Eingin av teimum smittaðu er innlagdur

Ellivu føroyingar afturat smittadir - tøl

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder