Tað eru nú í alt 58 føroyingar, ið hava fingið corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 933 kanningarúrslit.
Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Heilsumálaráðið hevur gjørt støðuna upp í morgun, 18 mars 2020 klokkan 07.30.
Harvið er vøksturin í tilburðunum ikki líka ógvusligur, sum hann var frá mánadegnum til týsdagin.
Eina løtu eftir kunningina frá Heilsumálaráðnum kom nýggj kunning um, at fyrsti føroyingurin ið fekk smittuna var frískur og var komin úr sóttarhaldi. Hetta er tann fyrsti persónur í Føroyum, ið er staðfestir frískur eftir at hava havt koronavirus. Harvið er talið nú 57.
Les eisini: Eingin av teimum smittaðu er innlagdur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald