2019-07-01 11:04
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú um 11 tíðina fór Atlantsflog sín fyrsta túr beinleiðis til Charles de Gaulle flogvøllin í Paris.
Hetta er fyrsti túrurin í føstu rutuni til franska høvuðsstaðin, sum er fingin í lag eftir at samstarvsavtala varð gjørd millum føroyska tjóðarfelagið og KLM og Air France.
Nú í summar verður flogið tríggjar ferðir um vikuna til Paris, mánadag, mikudag og fríggjadag.
Í vetrarhálvuni, frá oktober mánað, verður so flogið tvær ferðir um vikuna, mánadag og fríggjadag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald