Innanlands

Fyrsti túrurin hja Smyrli í morgin er framskundaður

Fyrri túrurin av Krambatanga týsdagin 22. apríl verður klokkan seks

Heldur enn klokkan sjey, sum ferðaætlanin vanliga sigur, verður siglt at Krambatanga klokkan 6.00 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heldur enn klokkan sjey, sum ferðaætlanin vanliga sigur, verður siglt at Krambatanga klokkan 6.00 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-21 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. páskadag, tað vil siga týsdag 22. apríl, verður fyrsti túrur á leið 7 sigldur av Krambatanga klokkan 6:00 og ikki kl. 7:00.

Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari.

Harvið byrjar dagurin sum ein mánadagiur, men annars verður siglt sambært ferðaætlanini týsdag.

Tað vil siga, at tríggir aðrir túrar verða - tann næsti verður av Havnini klokkan 13.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra smbært broytingini um morgunin. Tað vil siga at fyrsta túr á leið 700 og leið 701 verður koyrt sum mánadag og ikki týsdag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder