Innanlands

Fyrstu ferðafólkini komin til Paris

Lógvabrestirnir vóru harðir tá flogfarið hjá Atlantic Airways setti seg á Charles De Gaulle flogvøllin fyri fyrstu ferð

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, helt røðu í samband við at beinleiðis flúgving til Paris nú er byrjað

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, helt røðu í samband við at beinleiðis flúgving til Paris nú er byrjað

2019-07-01 16:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrsta flogfarið hjá Atlantic Airways á nýggju rutuni millum Vágar og Paris setti seg beint eftir kl. 14 lokala tíð í dag.

Flogfarið fór úr Vágunum beint fyri kl. 11 í morgun og flogtíðin var 2 tímar og 20 minuttir.

Hetta var fyrsta ferðin av regluligu flúgvingini, sum Atlantic Airways fer at hava millum Paris og Vágar í ár. Flogið verður tríggjar ferðir um vikuna.

[object Object]

Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, segði á ferðini, at endamálið við nýggju rutuni ikki bert er at føroyingar skulu sleppa ómakaleyst til Paris og fransmenn ómakaleyst til Føroyar. Ætlanin er eisini at føroyingar kunnu brúka Charles De Gaulle flogvøllin í Paris, sum er hin næst størsti í Evropa, til at flúgva víðari út í heim.

Støddin á Charles De Gaulle flogvøllinum og staðsetingin í Evropa merkir, at tað er skjótt og lætt hjá føroyingum at flúgva víðari til onnur ferðamál sunnarlaga í Evropa, í Afrika ella eystureftir til Asia.

Og hetta er júst tað føroyingar eisini hava tikið til sín, tí at av øllum teimum ferðandi í fullsetta flúgvaranum, skuldu áleið ein triðingur av teimum ferðandi víðari til onnur ferðamál enn Paris.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder