Innanlands

Fyrstu ljósini tendrað í Sumbiartunlinum í dag

Næsta stig verður at seta upp neyðskáp, eldsløkkjarar og telefonir. Samlaði kostnaðurin er umleið 10,5 milliónir

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

2018-09-27 11:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fjør undirskrivaðu Landsverk og P/F El Service sáttmála um at fáa gjørt eina trygdarskipan í Sumbiartunlinum. Teknikkhús er nú gjørt uttan fyri tunnilin, og í dag verða fyrstu ljósini í loftinum tendrað.

Sum liður í ferðslutrygdararbeiðinum at fáa øllum tunlum í Føroyum neyðuga trygdarútgerð, gjørdi Landsverk í fjør eina avtalu við El Service um at fáa sett upp eina trydarskipan í Sumbiartunlinum.

Avtalan fevnir millum annað um at seta upp ljós, trygdarskáp, eldsløkkjarar, telefonir og vakmyndatól inni í tunlinum og teknikkhús og bummar uttanfyri. Tá alt hetta er gjørt, verður trygdarútgerðin í Sumbiartunlinum á sama trygdarstøði sum tann í Viðareiðistunlinum.

- Vit hava lagt okkum eftir at finna eitt hóskandi trygdarstøði til føroyskar tunlar, har fyrilit millum annað verður tikið til ferðsluna. Vit meta, at hetta er eitt hóskandi støði til tvíbreytaðar tunlar, har ferðslan er lág, sigur Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki.

Afturat oman fyri nevndu trygdarútgerð, verður ein sonevnd SRO-skipan eisini sett upp í Sumbiartunlinum, ið er ein trygdarskipan, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá Politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum.

Í dag verður so fyrsti partur av ljósskipanini tendraður, ið merkir, at triðja hvørt ljós nú lýsir í Sumbiartunlinum. Næsta stig verður at seta upp neyðskáp, eldsløkkjarar og telefonir. Trygdararbeiðið verður, sum nevnt, gjørt í stigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av játtan til uppgávuna. Samlaði kostnaðurin fyri hesa verkætlan er umleið 10,5 milliónir krónur.

Fakta 
Sumbiartunnilin varð tikin í nýtslu í 1997 og er við sínum 3.240 metrum longsti landtunnil í Føroyum. Tunnilin er tvíbreytaður við eini samlaðari koyribreidd á 5, 5 metrar. Fríhæddin á tunlinum er 4,3 metrar. Í Lopra liggur tunnilsmunnin í umleið 55 metra hædd, meðan hann í Sumba er oman fyri 100 metra hædd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder