Innanlands

Fyrstu næmingarnir í nýggja Húsarhaldsskúlanum eru byrjaðir

36 næmingar eru nú í snotiliga bygninginum í Klaksvík. Hetta eru 15 fleiri, enn pláss var fyri áður - stjórin fegnast um nýggju møguleikarnar

2025-08-12 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Her er alt tað, sum ein nútímans skúli krevur. Hetta er einki minni enn fantastiskt. 

Hetta sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti við Kringvarpið. Talan er um ein stóran dag fyri hana og Húsarhaldsskúlan.

Eftir nógv ár við tosi, ætlanum, kjaki um staðseting og ivasomum umstøðum í upprunaligu hølunum í Klaksvík, stendur ein nýggjur og snotiliga bygningur við Biskupstorg.

Har kundu Jóhanna á Tjaldrafløtti og onnur í dag taka ímóti 36 nýggjum næmingum.

- Á gamla skúlanum høvdu vit pláss fyri 21 næmingum, og tá lá umsøkjaratalið vanliga millum 50 og 70. Nú vóru yvir 100 tilmeldingar, so tað er fantastiskt.

Húsarhaldsskúlin fær ikki tikið fleiri enn 36 næmingar inn, men umstøðurnar hjá teimum eru munandi betri enn hjá undanfarnu, slær stjórin fast.

Hetta er alt frá kamarsumstøðunum til fleiri skúlastovur. Nýggi Húsarhaldsskúlin í hjartanum av Klaksvíkini hevur eisini ídnaðarkøk og ein hjall knýttan at.

Hoyr alla samrøðuna við Jóhannu á Tjaldrafløtti her

Koyrt verður við sjóhita. Kostnaðarmetingin til skúlan lá á 57 milliónum krónum, og er tað Kanjon í Klaksvík, sum hevur bygt.

Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Klaksvíkar Húsmøðrafelag í 1974 og gjørdist sjálvsognarstovnur í 1993.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder