Mentan

Michael A. C. Johannesen nýggjur tónleikastjóri hjá G! festivalinum

- Eg síggi fram til at avdúka tey fyrstu nøvnini til G! 2020 og kann longu nú siga, at fólk kunnu gleða seg, sigur nýggi tónleikastjórin

Mynd: G!

Mynd: G!

2019-11-25 17:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

G! hevur nú sett nýggjan tónleikastjóra. Hesum boðar G! Festivalurin frá í dag.

Talan er um Michael A. C. Johannesen, sum hevur verið forstjóri í street-wear handlinum Útilív seinastu árini. Eisini er hann tónleikaframleiðari og sera virkin í Dj-umhvørvinum.

Michael A. C. Johannesen er ikki ókendur í G! høpi. Seinastu tveir festivalarnar hevur hann neviliga staðið fyri Grundini.

- Eg gleði meg til avbjóðingina, og at halda fram við tí góða arbeiðinum, sum Fred hevur gjørt seinastu árini. G! er nakað heilt serligt, og tað fer tað altíð at vera, og eg síggi fram til at avdúka tey fyrstu nøvnini til G! 2020 og kann longu nú siga, at fólk kunnu gleða seg, sigur nýggi tónleikastjórin sambært heimasíðuni hjá G! Festivalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder