G7-toppfundurin, sum eftir ætlan skuldi vera í juni, er nú útsettur til í heyst, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum eisini ætlar at bjóða Avstralia, India, Russland og Suðurkorea við á fundin.
G7-toppfundurin er í sínum núverandi skapi, ein ótíðarhóskandi bólkur av londum, heldur amerikanski forsetin.
– Eg føli ikki, at G7 rættiliga umboðar tað, sum hendir í heiminum, sigur hann.
Talsfólk hjá forsetanum sigur sambært Ritzau, at Trump ætlar at umrøða Kina á toppfundinum, sum upprunaliga skuldi vera í mars, men sum mátti útsetast orsakað av koronafarsóttini. Fundurin skuldi síðani vera í juni, men nú er greitt, at so verður ikki.
Fundurin skuldi vera á Camp David, uppihaldsstað hjá amerikanska forsetanum uttan fyri Washington D.C.
Trump hevur áður sagt, at hann vil hava ein fund, har leiðarar úr Týsklandi, Stórabretlandi, Fraklandi, Italia, Japan og Kanada møta persónliga upp heldur enn ein videofund.
G7 er ein felagsskapur, har leiðarar úr heimsins fremstu ídnaðarlondum hittast. Hesi londini hittast eina ferð um árið, og tey skiftast um at vera vertur fyri fundinum.
Felagsskapurin varð settur á stovn í 1975, tá sum G6, við USA, Stórabretlandi, Fraklandi, Vesturtýsklandi, Italia og Japan. Árið eftir kom Kanada uppí.
Í 1998 kom eisini Russland uppí, men landið varð blakað út aftur eftir innrásina í Krim-hálvoynni í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald