2025-08-23 09:35

Galaxy stevndi í morgun inn á Havnina á fyrsta sinni í regluligari sigling í hesum avloysaratíðarskeiðnum, meðan Smyril skal í dokk.
Grikska ferjan røkir suðuroyarsiglingina frá í dag og einar 8-10 vikur fram.
(Mynd: Sverri Egholm)
Ferðaætlanin hjá Galaxy er 14 dupultir vikuligir túrar, har ið Smyril hevur 18. Ferðin er 16 sjómíl um tíman og siglitíðin 2 tímar og 30 minuttir. Galaxy tekur 350 ferðafólk og 140 akfør, um eingin farmur er við.
Galaxy fer av Havnini aftur klokkan 10.30.
Les eisini: Kristin Michelsen um Galaxy: Eitt samferðslustig sum minnir um 70'ini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald