2025-09-08 09:10

Veðrið var í gjár orsøkin til, at tveir túrar á Suðuroyarleiðini vórðu framskundaðir, og í morgun verður boðað frá fleiri avlýstum túrum.
Strandferðslan upplýsti í gjár, at roknast kundi við broytingum ella avlýsingum hjá Galaxy, og nú verður boðað frá, at Galaxy siglir av Havnini klokkan 10, og síðani eru fráferðirnar av Krambatanga klokkan 14 og av Havnini klokkan 17.30 avlýstar.
Eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlan í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald