2025-09-26 06:41

Fyri veður siglir Galaxy bara tveir túrar í dag.
Farið varð av Krambatanga klokkan 6 og siglt verður aftur av Havnini klokkan 12. Síðani verður ikki siglt restina av degnum, sigur Strandferðslan í fráboðan.
Hann sigur fitt av vindi í dag. Sambært Veðurstovuni verður upp í 18 metrar um sekundið og kanska harðar hvirlur verða í støðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald