Innanlands

Galaxy fer av Krambatanga hvønn gerandismorgun klokkan seks

Allar fráferðatíðir gerandisdagar eru framskundaðar ein tíma, boðar Strandferðslan frá. Hetta er millum annað fyri at tryggja, at fólk náa til arbeiðs norðanfyri

2025-08-14 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku tekur Galaxy yvir fyri Smyril, sum skal til sína 20-ára klassing. Hetta verður aðru ferð, at Galaxy røkir siglingina um Suðuroyarfjørð

Skipið siglir ikki eins skjótt sum Smyril - metta siglingartíðin er 2 tímar og 30 minuttir - og túratali verður tvær ferðir aftur og fram fyri hvønn dag.

Strandferðslan boðar frá, at allar fráferðatíðir gerandisdagar eru framskundaðar ein tíma. Hetta vil siga, at fyrsta fráferð úr Suðuroy verður klokkan seks allar gerandisdagar.

Fráferðartíðirnar fyri vikuskiftini eru óbroyttar.

Fráferðartíðirnar í bíleggingarskipanini verða rættar í bíleggingarskipanini frá hósdegnum 14. august, boðar SSL frá.

Ferðaætlanin tekur við tá M/F Galaxy fer í sigling leygardagin 23. august.

Ferðaætlanin hjá Galaxy sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder