Innanlands

Galaxy siglir ikki í dag

Strandferðslan boðar vegna veður frá fleiri avlýsingum í dag

Galaxy (Mynd: Sverri Egholm)

Galaxy (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-04 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, og í hesum sambandi boðar Strandferðslan eisini frá fleiri avlýsingum í dag.

Galaxy, sum í løtuni rekur siglingina á Suðuroyarleiðini, hevur avlýst allar túrarnar í dag.

Ritan, Jósup og Sam hava eisini avlýst allar túrar í dag.

Orsakað av avlýsingunum á oyggjaleiðunum hava bygdaleiðirnar 506, 700 og 701 eisini avlýst koryingina í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder