Innanlands

Galaxy siglir ikki í dag

Strandferðslan arbeiðir við at gera eykatúrar til Suðuroyar við tyrluni

2025-10-10 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ikki møguligt at ferðast sjóvegis millum Suðuroy og Havnina í dag. Strandferðslan boðaði fyrrapartin frá, at øll siglingin hjá Galaxy í dag er avlýst.

Siglingin í morgin, leygardagin, verður eisini broytt eitt sindur. Túrurin av Krambatanga klokkan 7 er framskundaður til klokkan 6, og túrurin úr Havn kl. 10.30 er framskundaður til kl. 9.30.

Eftir hetta verður siglt sambært galdandi ferðaætlan, framgongur á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Strandferðslan upplýsir eisini, at tað møguliga verða gjørdir eykatúrar við tyrluni til Suðuroyar. Nærri kunning um hetta kemur seinni í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder