Mitt meðan heilsuverkið rópar eftir fólki at taka sær av átroðkandi uppgávan, nú korona smittan tyngir tænastuna á landsins sjúkrahúsum, eldrarøktini og heilsutilboðum annars, boðar Heilsuskúli Føroya í Hovi frá, at 10 heilsuhjálparar hava lokið prógv í dag.
Prógvhandanin fór fram á serligan hátt orsaka av serligu umstøðunum. Skift varð ímillum fleiri hølir, fyri at tryggja reinføri millum hvørja próvtøku. So hvørt tær høvdu verið til próvtøku, fingu tær prógvið, og fóru heim fyri ikki at samla ov nógv fólk saman í einum.
Ætlanin er at heiðra heilsuhjálparanar seinni í ár við einari próvhandan, sigur skúlin í tíðindaskrivi.
Heilsuskúlin fekk loyvið frá Undirvísingarstýrinum at halda próvtøkuna hesa vikuna, so tær kunnu fara út í eldraøkini at arbeiða skjótast gjørligt.
Tað var ikki sørt, at tey á heilsuskúlanum vóru spent uppá, um onkur fór at verða settur í sóttarhald, áðrenn dagurin kom, men tær vístu allar ábyrgd, og hildu seg heima fyri at fyribyrgja smittuvanda. Ongin felagsmynd varð tikin í dag, tí tað ikki varð ráðiligt at savna ov nógv fólk saman í einum.
Myndin er tikin í farnu viku, tá tær fingu uppgávuna til endaliga próvtøkuna.
Nýggju heilsuhjálpararnir eru: Aftast frá vinstru: Tanja A. Poulsen, Signabø, Gudrun Olsen, Tórshavn og Sylvia Klakstein, Tvøroyri.
Í miðjuni frá vinstru: Alexia Hentze, Sørvágur, Laila Egholm, Tórshavn og Ella Poulsdóttir, Hvalba.
Fremst frá vinstru: Leila Dam, Oyndarfjørður, Guðrun í Válgaravík, Vestmanna, Vinny M. Jacobsen, Vágur og Beinta Dahl, Streymnes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald