Náttin hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni. Tó hevur løgreglan havt tveir liggjandi gestir á løgreglustøðini í morgin.
Ein persónur varð handtikin í sambandi við húsaófrið í Norðurøkinum klokkan seks í morgun.
Har var klandur millum tveir persónur, og onnur máttu leggja seg uppí fyri at fáa tamarhald á støðuni, til løgreglan kom. Tann eini persónurin varð so tikin við á løgreglustøðina fyri at køla av, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Nakað eftir klokkan hálgum átta kom ein hýrivognur við einum persóni, sum var fullur og óstýrligur, og viðkomandi slapp eisini at liggja á støðini eina løtu. Avvarðandi komu síðani eftir persóninum.
Seinastu vikurnar hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um, at ung fólk blaka heimagjørdar bumbur úr silvurpappíri og frárenslureinsi inn í túnið hjá fólki í høvuðsstaðnum, og aftur í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um hetta. Tað er serliga tvey ávís húski, sum tað gongur útyvir, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald