Tvøroyrar kommuna, ið letur ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt til øll børn og ung undir 18 ár, sum eru melda til í fólkayvirlitinum í kommununi, hevur nú gjørt samstarvsavtalu við Rakul Mikkjalsdóttir, sertannlækni í ortodonti.
Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Hon fer at veita Barna- og ungdómstannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu serviðgerðir innan tannregulering og tannrætting frá 1. apríl 2025 at rokna.
1. november varð Anna Mikkjalsdóttir sett í starv sum leiðandi tannlækna á barna- og ungdómstannrøktini í kommununi, eftir at Rutt Jensen, tannlækni og Merete Mathiesen, sertannlækni í ortodonti báðar hava nátt fráfaringaraldur og gevast í teirra størvum 31. mars 2025.
Eftir 1. apríl 2025 verður tað sostatt tær báðar systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir, sum saman við starvsfólkunum í barna- og ungdómstannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu, ið koma at veita børnum og ungum undir 18 ár fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt, har í eisini boyla- og tannrættingar viðgerðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald