
Ein stór føroysk innrás verður í Onglandi seinni í hesum mánaðinum, tá heili 21 konsertir verða við føroyskum tónlistafólkum har í fýra dagar. "Eitt av teimum størstu mentanarátøkunum, vit nakrantíð hava framt uttanlands," sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.
Sum áður fráboðað eru átta føroysk tónlistafólk og -bólkar skjótt á veg til The Great Escape festivalin fyri at spæla konsertir og imponera altjóða tónleikavinnuna og enskar áskoðarar.
Øll tónlistafólkini fara at spæla tvær konsertir hvør í Brighton, umframt at tað nú er staðfest, at tað verða tríggjar konsertir í víðagitna plátuhandlinum hjá útgávufelagnum Bella Union (sum m.a. umboðar Father John Misty, Beach House, Susanne Sundfør, John Grant m.o.).
Tríggjar eyka konsertir í London
Sum um tað ikki var nóg mikið, eru vit harumframt eisini fegin um at kunna boða frá, at tað verða tríggjar føroyskar konsertir í London tann 19. mai, bert tveir dagar eftir The Great Escape.
Konsertirnar verða hildnar á Colours Hoxton í tí vælumtókta Shoreditch økinum. Saman við teimum trimum konsertunum verður ein móttøka, har nógv fólk úr altjóða tónleikavinnuni verða boðin, umframt at áskoðarar, sum keypa atgongumerki luttaka.
Í alt telja øll hesi átøk 21 konsertir.
Størsta tónlistaátak uttanlands nakrantíð?
- Hetta er ótrúliga spennandi. Tað er torført at máta, hvat ein kann rópa stór átøk, tá ið tað snýr seg um mentan, men hetta má sigast at vera eitt av teimum størstu føroysku mentanarátøkunum, sum nakrantíð eru framd uttanlands – í øllum førum innan tónleik.
- Tá vit eisini vita, at Føroyar eru sera væl umboðaðar á Classical:Next í Berlin í somu viku, umframt at føroyska Sissal skal vera við í finaluni í Eurovision somu dagar, er hetta uttan iva ein risastór vika fyri føroyskan tónleikaútflutning, sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.
Tey luttakandi
Tey, sum fara at framføra í Onglandi, eru Eivør, Tamara Mneney, Jazzygold, Aggrasoppar, Elinborg, Silvurdrongur, Ragnar Finsson og Joe & The Shitboys.
Umframt tónlistafólkini, sum spæla, fer ein sendinevnd við umboðum úr føroysku tónleikavinnuni til Onglands fyri at fáa sum mest burturúr hesum átøkunum.
The Great Escape festivalurin verður hildin millum 15. og 17. mai, og konsertirnar í London verða 19. mai. Atgongumerki eru nú tøk til allar konsertirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald