
Eftir samráðingar við bæði European Broadcasting Union (EBU) og DR hevur Kringvarpið fingið rættindini til at samsenda Eurovision Song Contest 2025 saman við DR. Kringvarpið vísir báðar hálvfinalurnar ávikavist týskvøldið 13. mai og hóskvøldið 15. mai og síðani finaluna leygarkvøldið 17. mai.
Eurovision Song Contest er størsta og elsta tónleikakapping í heiminum. Evropasangkappingin verður í ár send beinleiðis úr Basel í Sveis við luttakarum úr í alt 37 londum. Bara 10 av í alt 15 londum, ið presentera sín sang í fyrru hálvfinaluni, fara víðari til ta stóru finaluna leygarkvøldið.
Í seinnu hálvfinaluni hóskvøldið verður avgjørt, um Danmark sleppur at luttaka í stóru finaluni leygardagin. Í ár er umboðið fyri Danmark føroyska sangarinnan Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen við listanavninum Sissal. Hon fer á pallin við sanginum Hallucination.
Føroyskt toymi sigur frá kappingini
Tvey starvsfólk úr Kringvarpinum leggja leiðina til Basel, tað eru Rúni Jákupsson, programmfólk, og Gestur Janusarson Lómstein, fotografur. Teir tryggja, at føroyingar fáa feskastu tíðindini úr Basel við innsløgum, samrøðum í útvarpinum og greinum á heimasíðu Kringvarpsins.
Beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðuni
Øll trý kvøldini við Eurovision sendir Kringvarpið beinleiðis í sjónvarpinum. Eisini ber til hjá fólki, ið eru stødd í Føroyum, at stroyma á kvf.fo.
- Fyrra hálvfinala: Týsdag 13. mai, kl. 20
- Seinna hálvfinala: Hóskvøldið 15. mai kl. 20
- Finala: Leygarkvøldið 17. mai kl. 20
Gunnar Nolsøe verður frásøgufólk úr Sortudíki
Føroyingar kunnu fylgja við øll trý Eurovision-kvøldini, meðan Gunnar Nolsøe sigur frá. Kringvarpið fær signal úr DR uttan danska viðmerkjaran. Tó verða danskir undirtekstir, tá ið tað verður tosað enskt í sendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald