Vit hava tamarhald á støðuni í Føroyum. Enn er ongin vandi á ferð. Kortini setir Føroya Landsstýri nú umfatandi tiltøk í verk fyri at forða fyri, at corona smittan spjaðir seg í Føroyum.
Hesum boðaði løgmaður frá á tíðindafundi í Tinganesi í morgin.
Alment sett starvsfólk verða biðin um at halda seg heima so vítt gjørligt. Skúlar og dagstovnar verða latnir aftur, men skipað verður fyri, at børn kunnu ansast, har serligur tørvur er á tí.
Tiltøkini, sum landsstýrið nú setir í verk koma í gildi mánadagin og fyribils í 14 dagar.
Fólk, sum koma úr Danmark og aðra staðni uttanlands, skulu halda seg heima teir fyrstu 14 dagarnar og ikki fara út millum fólk. Tey kunnu tó vera heima hjá familjuni, segði landslæknin, sum eisini mælir føroyskum lesandi frá at koma heim, nú Danmark varð lagt lamið í gjárkvøldið.
Tað er ikki krav, at fólk í Danmark SKULU í sóttarhald – tað er ein tilráðing.
Enn er støðan í Føroyum ikki so álvarslig, at vit skulu krevja av flutningsfeløgum at leggja stilt, og heldurikki krevja fólk í sóttarhald, sum koma til Føroyar uttanífrá, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald