2023-09-20 07:52
Løgreglan fekk um 16 tíðina í gjár hópin av fráboðanum frá argum bilførarum, sum stóðu í langari bíðirøð á landsvegnum við Norðagøtu, Gøtugjógv og omanfyri Syðrugøtu.
Tað er í sambandi við asfaltsarbeiði, at ljóskurvar eru settar upp, og eftir øllum at døma vórðu hesarl ljóskurvar ikki rætt settar upp.
Løgreglan fór á staðið, og greiða fekst á ljósreguleringini, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald