
Tað er sitandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sum sambært stýriskipanarlógini hevur rætt fyrsta at royna nýggjar samgongumøguleikar.
Men møguleikarnir fækkast, ásannar Bárður á Steig Nielsen og formaður í Sambandsflokkinum.
- Sjálvandi eru tað møguleikar, men tað er nokk rætt at teir eru smáir. Tað er truplari hjá okkum at fáa nakra samgongu uttan um Javnaðarflokkin, sigur Bárður á Steig Nielsen við útvarpið seinnapartin.
- Eg segði beinanvegin í gjár, at eg virði fólkarøðið. Tá tað ikki gevur meining at kanna møguleikarnar meira, gevi eg rættin frá mær, og tann tíðin nærkast sjálvandi, sigur hann.
Sambandsflokkurin fekk sjey tingsessir og Javnaðarflokkurin fekk níggju.
Aksel V. Johannesen vil fegin hava samráðingarrættin, og hann segði við Portalin í gjárkvøldið, at tað bleiv lítið sannlíkt ein samgonga við Javnaðarflokkinum uttan at tey fingu løgmanssessin.
Nýggju tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum hava fund í kvøld, og Bárður á Steig Nielsen fer at gera eina niðurstøðu aftaná tann fundin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald