Innanlands

Nýggi FK-stjórin byrjaður

Claus Lundberg er byrjaður í starvinum sum stjóri í Keypsamtøkuni

(Mynd: Føroya Keypsamtøka)

(Mynd: Føroya Keypsamtøka)

2025-07-04 12:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi stjórin í Føroya Keypsamtøku, Claus Lundberg, er byrjaður í sínum starvi.

Hetta eftir at Kristian Wolsing, sum eftir ætlan skuldi vera virkandi stjóri í eitt ár, skal flyta heim aftur til Danmarkar.

Claus Lundberg hevur verið leiðari í Dagli’Brugsen í Tirstrup í 16 ár og heldur tað vera sera spennandi at skula byrja í nýggjum starvi í einum øðrum landi, sigur Keypsamtøkan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder