Innanlands

Torkil Tórgarð nýggjur stjóri á Føroya Fólkaháskúla

Torkil Tórgarð avloysir 1. september Hedvig Westerlund-Kapnas, sum hevur verið stjóri síðani september 2019

2025-07-05 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá søkt varð eftir nýggjum stjóra til Føroya Fólkaháskúla komu 15 umsóknir til starvið, og stjórnin hevur valt at seta Torkil Tórgarð at leiða háskúlan komandi fimm árini, boðar háskúlin frá í tíðindaskrivi.

Torkil Tórgarð avloysir Hedvig Westerlund-Kapnas, sum hevur verið stjóri síðani september 2019.

Torkil er føddur í 1990 og verður sostatt 35 ára gamal, tá hann tekur við sessinum 1. september.

Torkil hevur breiðar royndir á føroyska mentanarpallinum, serliga innan films- og leiklist og hevur eisini fingist við at skriva og menna films- og leikrit. Seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving í sálarfrøði og samskifti, og er um at vera liðugur við yvirbygning í sosialsálarfrøði og læring.

– Nýggi stjórin ætlar at leggja serligan dent á sambondini millum menniskja og samfelag, og hvussu mennandi og samansjóðandi tilgongdir verða skaptar í sosialum umhvørvum. Hann ynskir at halda fram við nógvum av tí dygdararbeiði, sum undanfarnir stjórar hava lagt eftir seg, og at menna skúlan víðari sum eitt kveikjandi tilboð í føroyska samfelagnum.

– Háskúlin hevur seinastu árini lagt dent á at bjóða nám innan listarligu greinarnar, og tað fer framhaldandi at síggjast aftur, men nýggi stjórin fer harumframt at stremba eftir at breiðka virksemið á stovninum og at skapa opin rúm, har alskyns virksemi verður hýst, og bæði vistarnæmingar og almenningur sleppa at royna seg í ymsum høpum, skrivar Føroya Fólkaháskúli.

– Á fólkafundinum úti á háskúlanum á ólavsøku verður høvi at heilsa upp á bæði farandi og komandi stjóran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder