Innanlands

Báturin hjá kvøldskúlanum í Havn flotaður

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu varð róðurskvinna á fyrsta túrinum mikudagin

(Mynd: Torshavn.fo)

(Mynd: Torshavn.fo)

2026-03-20 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin varð báturin, sum er smíðaður á Tórshavnar kvøldskúla, flotaður í Álakeri.

Áhugin fyri bátasmíði er stórur, og tað merkir kvøldskúlin, sum nú hevur latið fimta føroyska bátin úr hondum. Sætti báturin er longu í gerð, skrivar Tórshavnar kommuna.

Báturin verður seinni vinningur á lutaseðli hjá Kiwanis.

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var róðurskvinna á fyrsta túrinum hjá nýggja bátinum.

Røðan, sum borgarstjórin helt mikudagin, kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder