Innanlands

Byrja skjótt marknagilsmegin eisini

Tað gongur væl at gera Húsareynstunnilin. 750 metrar eru boraðir, og væntandi verður fyrsta skot latið marknagilsmegin í hesari vikuni

(Mynd: Articon)

(Mynd: Articon)

2023-09-20 13:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið upp á Húsareynstunnilin gongur væl. Í mai varð farið at skjóta villingardalsmegin. Komið er 750 metrar við at bora inn í tunnilin. Tunnilin er tilsaman 1.700 metrar. 

Articon sum ger arbeiðið upplýsir, at avgrevsturin oman fyri Marknagil byrjaði í august. Grivið er fyri íbindingarvegnum niðan á Oyggjarvegin og fyri tunnilsmunnanum sjálvum.

Borurin er eisini settur í til fyrsta skot, sum ætlandi verður latið av í hesi vikuni.

Vignast væl, verður liðugt at spreingja tunnilin um mánaðarskiftið januar-februar 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder