
Stigtakararnir hava fingið prinsipielt loyvi frá Nes kommunu at seta ein 17 metrar høgan kross upp á Høganesi á Toftum.
- Um vit merkja tað, at fólkið er positivt um hetta, so fara vit víðari við málinum, segði Súni í Hjøllum við útvarpið í síðstu viku.
Men krossurin skilir vøtnini. Nógvar positivar røddir hava verið frammi, men nú eru fólk, sum búgva nærhendis, farin at savna undirskriftir, har mótmælt verður ætlanini um krossin. Hetta verður gjørt á netinum, og í næstu viku verður farið at ganga hús úr húsi við adressuni har til ber at skriva undir.
Á Facebook er eisini nógv kjak um hendan krossin, sum eisini skal lýsa, og fer at síggjast um stóran part av Skálafjørðinum.
Enn hava ikki nógvar myndir verið frammi av krossinum, men vit hava fingið eina mynd frá stigtakarunum og Nes kommunu, sum sæst niðanfyri. Hetta eru vegleiðandi uppskot um hvussu krossurin kundi sæð út.
Tróndur Patursson fer at standa fyri arbeiðinum at gera krossin, sum verður úr glasi.
Heldur tú, at krossur skal setast upp á Høganesi? Tað er spurningurin í atkvøðugreiðslu á forsíðuni á Portalinum júst nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald