
- Búkkenslan beint nú er góð. Eg eri ógvuliga nøgd við sjálvt "show'ið" og ta visuella við klæðum og øllum.
Soleiðis segði Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen við Portalin, stutt eftir at føroyska songkvinnan var komin til Sveis í sambandi við Eurovison-fyrireikingarnar.
Seinasta stóra vikan hevur millum annað verið merkt av krími og nógvum uppgávum. Sissal Jóhanna burdu tó verið væl fyri til í annaðkvøld, tá hon skal royna at syngja Danmark í fyrstu hálvfinaluna hjá landinum í seks ár.
Sí eisini: Sissal noyðist at spara sær røddina
Nýggjastu metinginarnar hjá veddingarfyritøkurnar síggja ikki so góðar út hjá Sissal og toymi. Tað hongur møguliga saman við fyritreytunum, ið Danmark hevur fingið við hálvfinalusamansetingini. Hetta hevur 30-ára gamla songkvinnan úr Havn eisini sett orð á fyri Portalinum.
- Man veit jú ongantíð. Tað snýr seg um so nógv annað enn at duga væl og syngja væl. Vit eru í einari ógvuliga óhepnari hálvfinalu, har bert eitt annað Norðanland - Finnland - er við. Harvið kunnu Noreg, Svøríki og Ísland ikki atkvøða fyri okkum. Har er heldur eingin dómsnevnd, ið atkvøður í hálvfinaluni, so tað eru bara londini. Man kann bæði vera heppin og óheppin.
Sí eisini: Noreg, Svøríki og Ísland sungu seg víðari í Eurovision
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skal royna at gera bart í Basel í annaðkvøld, hósdagin 15. mai. Onnur Eurovision-hálvfinalan byrjar klokkan 20 føroyska tíð og kann síggjast í Kringvarpinum. Hallucination verður at hoyra sum nummar ellivu í røðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald