Innanlands

Ferðsluruðuleiki í longri tíð í Tjørnuvík

Talan var um ein útlendskan ferðamann, ið var óheppin á smala vegnum. Viðkomandi koyrdi í eina veit, og trupult var at koma framat at veita hjálp. Eingin fólkaskaði var, men ferðslan var tarnað í umleið hálvanannan tíma

2025-05-14 08:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki altíð so lætt at koyra á vegum, ið ein ikki er vanur við og sum millum annað eru heldur meira smalir, enn landsvegir flest.

Hetta noyddist ein ferðamaður ásanna seinnapartin í gjár, tá viðkomandi koyrdi á Tjørnuvíkarvegnum. 

Hann endaði í einari veit. Hetta hevði tíbetur ikki nakran veruligan fólkaskaða við sær, men ferðslan á Tjørnuvíkarvegnum var tarnað í umleið hálvanannan tíma.

Fitt av bilum vóru í økinum, sum skuldi ein vegin ella hin vegin. Teir sluppu tó ongan veg.

Løgreglan sigur í morgun, at av tí at so mikið nógvir bilar vóru komnir í eina bírøð vegna hendingina, var ógvuliga trupult at fáa bilin upp aftur.

Hetta eydnaðist tó um 17-tíðina við einum lendisakfari, og so kom glið á aftur á Tjørnuvíkarvegnum. 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini staðfestir, at tilbúgvingin í tíðarbilinum var til reiðar tyrlu, um okkurt álvarsamt skuldi hent í Tjørnuvík.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder