Innanlands

Fjart frá smittuvandanum og við gott mót

Tað gongu framá hjá rógvarunum um Atlantshav

Livar Nysted (Mynd: Ralph Tuijn)

Livar Nysted (Mynd: Ralph Tuijn)

2020-03-18 13:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag eru tvær vikur farnar síðan fimm djarvir rógvarar, teirra millum Livar Nysted úr Hvannasundi, settust við árarnar fyri at rógva úr Suðurporturgal til Ceyenne, høvuðsstaðin í Fronskum Gujana.

Skiparin á Team Appe Pie, sum teir kalla seg, Ralph Tuijn hevur sent eina dagføring á sosialu miðlunum fyri at taka samanum.

Tíðarætlanin heldur nøkulunda, og ætlanin er framvegis at seta eina røð av heimsmetum:

- Skjótasta túr úr Evropa til Suðuramerika
- Skjótasta fimm manna lið úr Evropa til Suðuramerika
- Fyrsti blindi rógvari úr Evropa til Suðuramerika, Shane Ryan
- Fyrsti at rógva tvørtur um hav innan fyri eitt hálvt ár, Ralph Tuijn
- Elsti persónur at rógva úr Evropa til Suðuramerika, Predragh Tripkovic
- Fyrsti persónur at rógva fimm ferðir úr Evropa til Suðuramerika

Ralph Tuijn greiðir frá, at teir komu til Lanzarote eftir sjey dagar og 19 tímar. Teir løgdu inn fyri at gera onkra umvæling, men tað var eisini gott at fáa eina máltíð. Teir lógu inni í 16 tímar, áðrenn teir settust við árarnar aftur, og tað órógvar ikki ætlanirnar um framvegis at klára øll heimsmetini.

Hava vindin við sær
Ætlanin var at rógva suðureftir eystan fyri Fuerteventura, men vindurin var so nógvur, at teir í síðstu løtu tóku avgerð um at fara vestur um Fuerteventura og rógva millum Kanariaoyggjar

- Vit settu kós móti vitanum í útsynningsendanum av oynni, men í síðstu løtu ansaðu vit eftir, at stórar brótandi aldur vóru á grunna farvatninum út fyri. Tí betur ansaðu vit eftir tí í degninginum, tíðs nokk til at rógva ein umveg, skrivar Ralph Tuijn.

Teir hava vindin við sær, og ferðin er góð. Eftir 9 dagar og 23 tímar vóru teir komnir ein fimtapart av túrinum, og við hesi ferð klára teir á mál upp á 49 dagar og 19 tímar, skrivar skiparin

Blindur rógvari við
Tað er ein avbjóðing at hava ein blindan rógvara við, men hansara rógviførleikar á opnum havi betrast fyri hvønn dag, skrivar Ralph Tuijn. Vaktirnar eru soleiðis, at Livar, Predragh og Darragh rógva saman og so Ralph Tuijn og blindi írin, Shane Ryan.

- Ongin situr á mittasta bekki, tá vit báðir rógva, og so er møguleiki hjá Shane at koma á rútmuna aftur uttan at raka nakran, um hann kemur út úr takt, skrivar Ralph Tuijn.

Mánamorgunin gekk Iridium Go battaríið fyri, men teir høvdu eitt eyka við. Men gongur tað eisini fyri, so hava teir ikki møguleika fyri at samskifta við umheimin. Men tað fer so ikki at órógva teirra ætlanir um at koma fram á mál, skrivar skiparin.

Teir hava eina sokallaða EPIRB neyðskipan, sum kann sendast út um okkurt álvarsligt hendir, skrivar hann.

Teir eru sjálvandi kunnaðir um koronona-smittuna, sum herjar í bæði Evropa og Amerika nú. Kanska tað verður orsøk til, at teir ikki sleppa heim, tá teir einaferð eru komnir á mál.

- So keypi eg bara eina tandem-súkklu, so eg og Shane kunnu súkkla runt og kanna Suðuramerika, skrivar Ralph Tuijn.

[object Object]

Á heimasíðuni oceanrower.eu sæst hvussu langt teir eru komnir

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder