Innanlands

Føroyar fara niður í ferð

Hesum boðaði løgmaður frá fyri løtu síðani

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-03-12 09:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður hevur í løtuni tíðindafund í Tinganesi, har umfatani átøk eru sett í verk fyri at minka um smittuvandan av corona.

- Tamarhald er á støðuni í Føroyum. Nú fer Føroyska samfelagið niður í ferð í nakrar vikur, men tað steðgar ikki upp, segði løgmaður.

Undirvísing helt frá hægri lestri, miðnám, fólkaskúlar og niður í dagstovnar verður niðurløgd í tvær vikur fyribils. Tó verður iett minimumstilboð til tey, sum av ymsum orsøkum ikki fáa passað síni børn.

Eisini fara Atlantic Airways, SAS, Smyril Line og Vága Floghavn at seta herd tiltøk í verk fyri at minka um smittuvandan.

Lesandi í Danmark, sum nú helst í stórum tali koma heim til Føroya, nú skúlarnir eru stongdir, skulu í størsta mun halda seg heima. Vit øll skulu helst vera meira við hús.

Mælt verður eisini til at minka um sínar uttanlandsferðir, og ikki ferðast meira enn hægst neyðug. Føroyar fylga neyvt tilráðingunum frá danska uttanríkisráðnum. Hvør einstakur hevur ábyrgd at ávirka ferðirnar so vítt møguligt, varð sagt.

Fylg við beinleiðis her (kvf.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder