Innanlands

Føroyingar á toppinum á Huayna Potosí

Tað eydnaðist í farnu viku fýra ungum monnum úr Havn at koma upp á yvir 6.000 metra høga fjallatindin nærhendis La Paz í Bolivia

Frá vinstru, Stefan (ferðaleiðari), Áron Matras Jensen, Alexander Wilks (fraklendingur), Sjúrður Gunnarsson Højsted, Eiri í Niðristovu og Felix (ferðaleiðari)

Frá vinstru, Stefan (ferðaleiðari), Áron Matras Jensen, Alexander Wilks (fraklendingur), Sjúrður Gunnarsson Højsted, Eiri í Niðristovu og Felix (ferðaleiðari)

2025-11-19 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í síðstu viku lukkaðust tað ungu føroyingunum, Áron Matras Jensen, Sjúrði Gunnarsson Højsted og Eira í Niðristovu, sum eru á fjakkaraferð í Suðuramerika, at klúgva upp á toppin á 6.088 metra høga fjallinum, Huayna Potosí, í Bolivia.

Túrurin upp á tindinin tekur umleið tríggjar dagar, men fyri at venja og tillaga seg til hæddina, er neyðugt at byrja við, at verða 3-4 dagar í La Paz, sum liggur í 3.600 metra hædd.

La Paz verður umrøddur sum hægst liggjandi høvuðsstaður í heiminum. La Paz er er politiski miðdepilin í Bolivia, har ríkisstjórnin og parlamentið heldur til, men formligi høvuðsstaðurin í landinum er Sucre.

[object Object]

Teir greiða soleiðis frá túrinum:

Fyrsti dagurin byrjaði við at fáa kunning og útgerð til túrin. So fóru vit við bili frá La Paz til basecamp, sum liggur í 4.700 metra hædd. Har er einki telefonsamband og heldur einki internet.

Á basecamp fóru vit ein venjingartúr til eitt ísfjall, har vit lærdu, at brúka ísøksir og crampons, sum er kavastivlar við stórum píkum á. Tað er avgerðandi at duga at brúka hesa útgerðina, um ein skal klára upp á tindin.

Seinri møttu vit ferðaleiðaranum og øðrum, sum skuldu við. Í ferðalagnum vóru fólk úr Onglandi, Fraklandi, Niðurlondum, Týsklandi, Sveits, Ísrael og India.

Næsta dagin gekk leiðin víðari til highcamp sum liggurr 5.150 metra hædd. Tað tók tveir tímar at ganga.

Her fingu vit meir kunning og kl. 18 vóru vit koyrd í song, tí vit skuldi byrja upp á síðsta teinin á midnátt. Umstøðurnar vóru ikki góðar at sova, so tey flestu fingu lítið, um nakað av svøvni.

Á midnátt gekk leiðin so víðari. Áðrenn vit fóru, fingu vit coca bløð at tyggja. Tað skuldi hjálpa fyri hæddarsjúku. Tað var myrkt og tungt at ganga, men vit høvdu væntað, at tað var strævnari. Nógv strekki vóru sera brøtt og smøl.

Síðstu 200 metrarnar var neyðugt at klintra, og til síðst máttu vit fara um eina smala brúgv.

 Vit komu upp á toppin kl. 04.10. Tað var ein sera góð kensla, at vit allir komu upp, allan vegin á toppin.

Upprunaliga vóru vit fýra, sum fóru at fjakka í Suðuramerika. Askur Magnason er farin heim, og var tí ikki við á fjallatúrinum, sum bert er ein lítil partur av øllum tí vit hava uppliva saman.

Vit halda á eina tíð afturat, at uppliva Suðuramerika.

Teir tríggir eru júst komnir aftur, frá ferð í Amazon frumskóginum, sum byrjaði beint eftir, at teir vóru komnir niður av Huayna Potosí.

Tað er møguligt at fylgja teimum á Instagram á @siggjast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder