Innanlands

Fyrrverandi sýslumaður skuldsettur fyri brot á Djóravælferðarlógina

Leiðslan í politinum veit ikki, hvat veruleikin í Føroyum snýr seg um, sigur Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður við Kringvarpið

Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður (Savnsmynd)

Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður (Savnsmynd)

2025-11-19 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður er skuldsettur fyri brot á lógina um djóravælferð í sambandi við tvey grindadráp í Hvannasundi.

Tað váttar hann í samrøðu við Útvarpið í dag, eftir at Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi hevur sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen skrivligan fyrispurning um málið.

Høgni Hoydal hevur spurt landsstýrismannin, um tað er rætt, at ákærur eru reistar móti einum sýslumanni og grindaformonnum eftir kærum frá útlendskum felagsskapum, sum vilja steðga grindadrápi, og við hvørjari heimild og á hvørjum lógargrundarlagi hetta er gjørt.

Eisini spyr løgtingsmaðurin hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri "at útlendskir felagsskapir ikki umvegis ákæruvaldið og løgregluna í Føroyum gera seg inn á grindalógina, sýslumenn, grindaformenn og grindamenn og rættin at drepa grind í Føroyum".

Jens Jensen váttar, at hann er avhoyrdur av løgregluni í sambandi við, at hann er meldaður fyri brot á grein 3 og grein 13 í Djóravælferðarlógini.

Grein 3 er soljóðandi:

Djór hava eginvirði, sum ikki er treytað av tí nyttuvirði, tey hava fyri fólk. Djór skulu viðfarast væl. Tey skulu ikki verða nervað ella órógvað óneyðugt, og tey skulu verjast fyri óneyðugari strongd og vandanum fyri hesum.

Grein 13 sigur m.a.:

Veiða og fiskiveiða skal, alt tað ber til, fremjast á djóravælferðarliga fullgóðan hátt.

– Eg síggi tað sum eitt tekin um eina leiðslu hjá politinum, sum yvirhøvur ikki veit hvat veruleikin í Føroyum snýr seg um, sigur fyrrverandi sýslumaðurin við Útvarpið.

Høgni Hoydal sigur í viðmerking til fyrispurning sín, at talan er um eina sera álvarsama framferð hjá løgreglu og ákæruvaldi, sum kann fáa stórar avleiðingar fyri grundleggjandi rættin at drepa grind í Føroyum og fyri sjálvavgerðarrættin hjá føroyingum at skipa burðardygga veiðu av teirra egna náttúrutilfeingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder