Tað varð seld list fyri knappa hálva millión krónur, tá danska Bruun Rasmussen hevði uppboðssølu av nýggjari list seinnapartin.
Til sølu var m.a. sjey málningar eftir Sámal Joensen-Mikines, ein av Ingálvi av Reyni og ein av William Heinesen.
Hægsta hamaraslag fekk ein Mikines-málningur frá 1958 á 95x100 sentimetrar, kallaður ‘Costal scenery, Mykines’, sum var mettur til 100.000 krónur og varð seldur fyri júst hesa upphædd.
Málningurin av Mykines-bygd frá 1960, sum Bruun Rasmussen hevði mett til millum 75.000 og 100.000 krónur, varð seldur fyri 90.000 krónur.
Størst kappbjóðing var um Mikines-málningin ‘Costal view’, stødd: 45x58 sentimetrar frá 1930. Metingin ljóðaði upp á millum 30.000 og 40.000 krónur, men har var kappbjóðað, og hamarin fall, tá prísurin var komin upp á 70.000.
Tveir aðrir málningar av Mikines vórðu seldir fyri 55.000 og 22.000 krónur.
Stórur áhugi vísti seg eisini fyri málninginum hjá William Heinesen ‘Rainshowers over the Sea’ stødd 95x110 sentimetrar. Ein oljumálningur – og slíkir eru ikki nógvir av eftir William Heinesen, auktionarius vísti á.
Málningurin var mettur til millum 60.000 og 80.000 krónur, og varð seldur fyri 85.000 krónur.
Loksins var ein málningur av Ingálvi av Reyni, ‘A Couple by the Sea” stødd. 70x95 sentimetrar. Hesin varð seldur fyri 65.000 krónur. Metingin var millum 50.000 og 60.000 krónur.
Sostatt varð føroysk list seld fyri 487.000 krónur hjá Bruun Rasmussen í dag.
Síggi allar málningarnar herundir. Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri.
-
Sámal Joensen-Mikines: Strandalandslag, 1958. Olja á lørift. 95x100 cm. Selt fyri 100.000 krónur (Meting: 100.000 krónur)
-
Sámal Joensen-Mikines: Mykines bygd 1960, olja á lørift, 95x110 cm. Seldur fyri 90.000 krónur (Meting: 75.000-100.000 krónur)
-
Ingálvur av Reyni: Par við sjóvarmálan, 1955. Olja á lørift. 70x95 cm. Selt fyri 65.000 krónur (Meting: 50.000-60.000 krónur)
-
William Heinesen: Ælingur yvir sjónum, helst í Suðuroy. Olja á lørift. 95x100 cm. Selt fyri 85.000 krónur (Meting: 60.000-80.000 krónur)
-
Sámal Joensen-Mikines: Strandarútsýni, 1930. Olja á lørift. 45x58 cm. Selt fyri 70.000 (Meting: 30.000-40.000 krónur)
-
Sámal Joensen-Mikines: Strandalandslag, 1930. Olja á lørift. 33x43 cm. Selt fyri 22.000 krónur (Meting: 20.000-25.000 krónur)
-
Sámal Joensen-Mikines: Útsýni við strondina, 1930. Olja á lørift. 56x71 cm. Selt fyri 55.000 krónur (Meting: 40.000 krónur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald