Innanlands

Fýra íbúðir byggjast í Klaksvík

Malltek fer at byggja íbúðir niðan Horn

Havast skal í huga, at talan er um skitsuuppskot, og tí koma møguligar reguleringar, tá ið myndugleikasettið verður framleitt og seinni góðkent

Havast skal í huga, at talan er um skitsuuppskot, og tí koma møguligar reguleringar, tá ið myndugleikasettið verður framleitt og seinni góðkent

2025-07-15 22:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra nýggjar íbúðir verða bygdar niðan Horn. Klaksvíkar kommuna lýsti lendi til sølu í mai, og inn komu trý uppskot. Á seinasta býráðsfundi, sum var síðst í juni, samtykti eitt einmælt býráð at taka av tilboðnum frá Malltek.

Í lýsingini stóð, at tað var upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin bleiv skipað, men við kravi um, at byggingin skuldi skipast sum íbúðabygging við 4 búeindum sambært byggisamtyktini.

Skitsuuppskotið frá Malltek varð væl lýst, og varð í einari heildarmeting mett best.

Byggingin er uppdeild í tveir bygningar, ið eru knýttir saman av eini trappugongd, sum gevur lívd og eitt rúm sum íbúgvarnar eru felags um.

Økið er umleið 630 m2 til støddar, og kostnaðurin fyri økið, sum verður selt til Malltek, er kr. 1.150 kr/m2, t.v.s. kr. 724.500,-. 

Væntandi verður matrikuleringin komin uppá pláss aftaná summarfrítíðina, so Malltek endaliga kann keypa lendið og fara undir verkætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder